Fimm vegvísarar
Sjálvt um útgangsstøðið er í umstøðunum á staðnum so er tað tó okkurt sum eigur at vera felags:
1. Í Lokal Agenda 21 eigur lokalsamfelagið eisini at taka globala ábyrgd.
2. Tilgongdin má miða langt fram í tíðina.
3. Tað er tørvur á einum heildar- og tvørfagligum arbeiði.
4. Tað skal arbeiðast ”niðri-frá-og-upp”, við breiðari ávirkan frá íbúgvunum
5. Økt vitan um umhvørvis- og menningartrupulleikarnar og møguligar loysnir á teimum, er ein fortreyt fyri at arbeiði eydnast.






