Meira um LA 21
Sum nevnt í Agenda 21 skjalinum frá 1992 er ein breið almenn luttøka ein grunleggjandi fyritreyt fyri burðardyggari menning. Arbeiðið við Lokal Agenda 21 hevur sín serstaka leiklut í hesum samanhangi, serliga grundað á tað tætta samstarvið millum myndugleikar, vinnulív og við fólk á staðnum annars.
Loysnirnar til flestu trupulleikarnar við burðardyggari menning liggja í lokalum virksemi.
Kommunurnar hava tí ein serstakan leiklut. Arbeiðið við Lokal Agenda 21 fevnir partvíst um virksemi innanfyri kommunala økið og partvís um virksemi á lokalu økjunum, sum verða rikin av virkjum, feløgum ella einstaklingum.
Tankin er, at lokalu mynduleikarnir í samstarvi við íbúgvarnar, vinnulív og feløg, koma ásamt um, hvat hevur størstan tørv á at blíva loyst fyri at náa eina burðardygga menning í kommununi. Síðani skulu allir hesir partar saman leggja ætlanir um hvussu komið verður á mál.
Lokalir mynduleikar vil hjá okkum siga kommunurnar. Og útgangsstøði skal takast í viðurskiftunum á staðnum og ikki allari verðini.
Lokal Agenda 21 arbeiði skal gerast eftir tørvinum á staðnum, førleikanum á staðnum og við lokalari raðfesting.
Lokal Agenda 21 arbeiðið er tvørfagligt og umfatar at loysa øll mál á einum staði - heldur enn eitt mál á øllum støðum. Hetta er ein ov stórur biti at svølgja í einum, og tí er neyðugt at gera langtíðarætlanir sum vísa hvussu vit í longdini kunnu náa øllum teimum málunum sum tørvur er á.






