Norðurlendsk ráðstevna um burðardygga menning 31. januar til 2. februar 2011 í Turku, Finland
Stór norðurlendsk ráðstevna um burðardygga menning verður í døgunum 31.januar til 2.februar 2011 skipað í býnum Turku í Finlandi. Evnini á fundinum hava rættuliga stóra breidd líka frá frálæru um burðardygga menning í skúlum, til burðardygga ferðavinnu, heilsugóðan mat til ungdómin, avmarkingarátøk innan útlát av veðurlagsgassum, ítøkiligar loysnir innan varandi orku, ruskendurnýtslu, býrakoyring og útlát av koltvíiltu, háttir at leggja tilrættis ætlanir innan burðaredygga menning, o.a. Fleiri vitjanir verða skipaðar til m.a. virki har miðvíst er framt innan samskipan av ruskviðgerð og orkuframleiðslu. Ráðstevnan er stuðlað av Norðurlandaráðnum og luttaka fleiri ráðharrar í panelfundi um norðurlendska vælferð, veðurlagsbroytingar og burðardygga menning.Fráboðan um luttøku kann gerast fram til 24.januar, men best er ikki bíða ov leingi tá trupult kann verða at fáa innivist.Skrá fyri ráðstevnuna við øllum upplýsingum um gistingar, matarstøð, túrmøguleikar o.a. finnist á heimasíðuni http://www.solutions2011.fi/