26.05.2010
Umhvørvisátakið 2010
![]()
Í alt hava 9 kommunur melda seg til kappingar til Umhvørvisátakið 2010. Kappingin um best røktu bygd verður millum 5 bygdir meðan tvær kommunur bjóða seg fram við best røktu bygda- og varðagøtu. Tríggir stovnar vilja halda seg til at kappast um hvør er hin mest grøni, og tríggjar kommunur boða frá at hava besta umhvørvisátak í 2010.
Metingarnevndin umboðað við fólkum frá Ferðavinnudeildini á Uttanríkismálaráðnum, Føroya Fornminnissavni, Umhvørvisstovuni, Føroya Náttúruverndarfelag og Agenda 21 stovuni fyrireika nú vitjanir til tilmeldaðu økini og koma seinri í juni til niðurstøður til hvørjir vinnararnir verða.
Hin 24.juni verða vinnarar avdúkaðir og heiðurslønir handaðar. Lýst verður nærri hesum viðvíkjandi.






