Tríggjir streingir

FyrraNæsta- Aftur

Ein lokal Agenda 21 kann til dømis spæla á tríggjar streingir: Strategi, daglig umsiting og verkætlanir. Ongin grund er til at taka hetta í nakrari ávísari raðfylgju. Tað ber væl til at spæla uppá allar hesar streingirnar í senn.

1. Strategi
Hetta eru langtíðarætlanir á polittiskum støði. Men tað merkir ikki at tað bara eru pollitikarar sum skulu gera hesar ætlanir. Ætlanirnar skulu gerast av leiðslunum í kommunum, felagsskapum og fyritøkum saman við íbúgvunum, limum og starvsfólki. Og ætlanirnar skulu seta mál fyri umhvørvið og peika á hvat skal gerast fyri at náa hesi mál. Hesi mál kunnu t.d. vera:
· Fáa umhvørvisatlit í alt arbeiði
· Minka um orku- og rávørunýtslu
· Minka um dálking og burturkast
· Betra trivnaðin í kommununi

2. Daglig umsiting
Hetta eru afturvendandi daglig, vikulig, mánaðarlig ella árlig tiltøk á umsitingarligum støði í kommununi, felagssakpum, fyritøkum ella í hvørjum húski. Sum t.d. kunnu vera:
· Orkusparing á øllum økjum
· Umhvørvisrokniskapir
· Skiljing og móttøka av burturkasti
· Reinari teknologi og innkeyp

3. Verkætlanir
Ein rúgva av verkætlanum og tiltøkum sum mynduleikar, felagsskapir, fyritøkur ella einstaklingar taka stig til. Hetta er eitt ógvulig breitt økið og evnini at taka upp eru óteljandi. Sum dømi kunnu nevnast:
· Reinar áir
· Felags kompostering
· Viðalundir og urtagarðar
· Ruddingardagar
· Ljóð og óljóð
· Djóra- og plantulív
· Rein luft
· Fjørðan og sjógvurin
· Mentunar landsløg
· Fornminnir
· Bygdin og umhvørvið
· Orkusparing
· Rávøra og tilfeingi
· Bøur og hagi
· Burturkast og endurnýtsla