Um Agenda 21
Lokal Agenda 21 – virkin lokalsamfeløg í einari heimsumfatandi rørslu.
Lokal Agenda 21 er arbeiði hjá lokalsamfelaginum fyri einari burðardyggari menning. Ein innsatsur sum sameinar arbeiðið fyri einum góðum lokalsamfelagi við tað at loysa heimsumfatandi umhvørvis- og menningartrupulleikar.
Meira enn 6.000 lokalsamfeløg kring allan heimin arbeiða ídag við LA 21.
Lokal Agenda 21 – ein uppgáva frá heiminum
Á ST fundinum um umhvørvið og menning í Brasilia í 1992 vóru umboð frá umleið 180 londum samlaði. Fundurin viðtók millum annað Agenda 21 sum er ein arbeiðsætlan fyri burðardyggari menning í 21. øld.
Kapittel 28 í Agenda 21 heitur á allar heimsins kommunur um at fara í samstarv við íbúgvarnar, felagsskapir og vinnulív á staðnum fyri at menna egnar arbeiðsætlanir um burðardygga menning, ella ”Lokal Agenda 21”, stytt til LA 21.
At fara undir Lokal Agenda 21 er eitt val sum hvørt einstakt lokalsamfelag má gera. Tað er eisini galdandi fyri spurningin um hvussu uppgávan skal loysast.
Ráðstevnan í Brasilia var klókt afturhaldandi við at geva ítøkiligar leiðbeiningar. Tað verður hinvegin lagt upp til at taka útgangsstøði í fortreytunum á staðnum. Harafturat er tað ongin í dag sum kennir málið, hvussu tann burðardygga framtíðin fer at síggja út. Tað nógv ymisk røtt svar eisini til hendan spurningin.
Uppgávan til hvørt einstakt lokalsamfelag er at finna svarið sum er rættast út frá umstøðunum á staðnum.






